Visandi til §7 í viðtøkum felagsins, verður boða frá , at ársaðalfundur hjá Menningarsambandinum fyri kurvabólt, verður í kjallaranum á óðinshædd 2, hósdagin 28.januar kl.16.30
Skrá sambært lógum felagsins er henda:
1. Val av fundarstjóra
2. Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið
3. Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar
4. Val av nevndarlimum og møguligum eykalimum
5. Val av grannskoðara
6. Innkomin mál
7. Ymiskt
Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 12 dagar undan aðalfundinum.
Um mál skulu viðgerast, skulu tey sendast til kurvaboltur@gmail.com