2 dystir í høllini á Argjahamri

Leygardagin 14/11 vera tveir dystir úti í Høllini á Argjahamri.

Fyrri dysturin er ein vinardystur millum grannarnar Hamar og Sporðdrekan í kvinnudeildini.

Seinni dysturin er eisini ein lokaluppgerð millum Hamar 2 og Hamar 1.

Hamar 2 hevur leikt 2 dystir og vunnið báðar, og Hamar 1 hevur leikt 1 dyst og vunnið hann. So sannlíkt er, at vit fáa ein spennandi dyst um, hvørt lið sleppur at kalla seg betra liðið í Hamar.

Støðan í Trygdkappingini hjá monnum er hendan:

PosLiðWLPFPADIFF
1SPO442237133114599
2HAM363640903721369
3RAV363435633613-50
4SPO214805475330
5HÁV213628753160-285