Fyrr í dag var árligi aðalfundurin hjá Menningarsambandinum fyri kurvabólt. Á skrá var m.a. umsókn felagsins til ÍSF um at gerast sersamband og støðuga vaksandi menningin innan føroyskan kurvabólt.
Fyri valið stóðu John Norðbúð Thomsen, Anna Petersen og Erla Mirmansdóttir. Hesi vórðu øll afturvald.
Nevndin er annars henda:
- John N. Thomsen, formaður
- Birgir Petersen, kassameistari
- Anna Petersen, skrivari
- Erla Mirmansdóttir, nevndarlimur
- Bjarni W. Zachariasen, eykalimur
- Sára Isfeldt, eykalimur
Undir hesari nevnd eru tvær undirnevndir – ein kappingarnevnd og ein dómsnevnd.
Í kappingarnevndini eru:
- Magnus Jakobsen
- Janus Jakobsen
- Kenneth á Argjaboða
Í dómsnevndini eru:
- Pól Jakobsen
- Rainer Latupeirissa
- Sigrid Midjord
Í formansrøðuni varð stórur dentur lagdur á, at kurvabólturin var í stórari menning hóast avbjóðingarnar av koronufarsóttini, ið m.a. gjørdu, at oyggjaleikirnir blivu avlýstar í ár, har meiningin annars var fyri fyrstu ferð at hava eitt kvinnulið við. Somuleiðis er støðugt vaksandi framgongd innan barnakurvabólt. Hetta takkaði formaðurin øllum teimum nógvum fólkunum, sum trúføst hjálpa til við at geva føroyska kurvabóltinum tað skjótu og vaksandi framgongd, ið hevur verið at sæð síðstu árini. Spennandi verður at fylgja við hesi framgongd.