Visandi til §7 í viðtøkum felagsins, verður boðað frá , at ársaðalfundurin hjá Kurvabóltssamband Føroya verður hildin í ÍSF-húsinum leygardagin 25. januar 2025 klokkan 11.00
Skrá sambært lógum felagsins er henda:
1. Val av fundarstjóra
2. Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið
3. Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar
4. Val av nevndarlimum og møguligum eykalimum
5. Val av kappingarnevnd
6. Val av dómsnevnd
7. Val av grannskoðara
8. Ásetan av limagjald
9. Innkomin mál
10. Ymiskt
Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 12 dagar undan aðalfundinum.
Um mál skulu viðgerast, skulu tey sendast til kurvaboltur@gmail.com