Forfatter: Magnus Jakobsen

Grundspælið liðugt

Síðstu dystirnir í grundspælinum hjá kvinnum og monnum vóru avgreidd í vikuskiftinum. Nú er endaspælið klárt, har kvinnur og menn fara at leika hálvfinalur og seinni finalur, um at gerast Føroyameistari.

Trý lið hava kappast hjá kvinnunum og kappingin hevur verið sera jøvn, við nøkrum sera vælleiktum og spennandi dystum. Kappingin er á tann hátt, at vinnarin av grundspælinum vinnur sær pláss í finaluni, meðan nummar 2 og 3 spæla best av trimum dystum í hálvfinaluni, um hvør vinnur seinna plássið í finaluni. Eftir eina sera tætta kapping millum Hamar og Sporðdrekan, dróg Sporðdrekin longra stráðið í síðsta innanhýsis dysti teirra millum og tryggja sær harvið 1. plássið. Hetta hevur við sær, at tað verða Hamar og Hávur sum skulu spæla hálvfinaluna hjá kvinnunum.

Úrslit og og skrá hjá kvinnum sæst her: https://clupik.pro/en/tournament/1322584/summary

Hjá monnum kann ikki sigast annað enn, at Føroyameistarnir úr Hamar hava verið einaráðandi. Hamar hevur vunnið allar teirra 12 dystir og harvið tryggja sær heimavallar fyrimun móti Sporðdrekanum, sum endaði á 4. plássinum. Hin hálvfinalan hjá monnum verður millum Ravn og Háv. Hávur endaði á 2. plássi í grundspælinum og fær tí heimavallarfyrimunin móti Ravni sum endaði á 3. plásinum

Úrslit og skrá hjá monnum sæst her: https://clupik.pro/en/tournament/1322376/ranking

 

Ársaðalfundur 2026

Visandi til §7 í viðtøkum sambandsins, verður boðað frá, at ársaðalfundurin hjá Kurvabóltssamband Føroya verður hildin í ÍSF-húsinum mikudagin 28. januar 2026, klokkan 18.00 í hølunum hjá ÍSF, Eystara Bryggja 32, Tórshavn.

Skrá sambært lógum sambandsins:

1. Val av fundarstjóra
2. Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið
3. Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar
4. Val av nevndarlimum og møguligum eykalimum
5. Val av kappingarnevnd
6. Val av dómsnevnd
7. Val av grannskoðara
8. Ásetan av limagjald
9. Innkomin mál
10. Ymiskt

Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 12 dagar undan aðalfundinum.
Um mál skulu viðgerast, skulu tey sendast til kurvaboltur@gmail.com

Skráin fyri seinnu hálvu av kappingini

Heimasíða okkara hevur ligið í dvala í eina tíð nú. Orsøkin er serliga tann, at KSF er byrjað at nýta eina skipan, sum kann heldur meira enn ein “vanlig” heimasíða. Vit eru ikki komin á mál við hesum enn, men skráin til restina av kappingini er klár á hesum leinkjum:

Kvinnur: https://clupik.pro/en/tournament/1322584/calendar/3648245/all

Menn: https://clupik.pro/en/tournament/1322376/calendar/3647747/all

Nykur og Sporðdrekin vunnu í vikuskiftinum

Tveir dystir vóru leiktir í vikuskiftinum í Trygd-kappingini.

Leygardagin leiktu Sporðdrekin og Hamar2 í høllini á Argjahamri. Rættuliga serstakt við hesum dystinum var, at Sporðdrekin er farin í holt við eitt ordans ættarliðsskifti. Elddópurin hjá unga liðnum var eintá móti verandi Føroyameistarunum úr Hamar 2. Hamar 2 mangla fyri tíðina nakrar av týdningarmestu leikarunum hjá sær og hetta sæst eisini aftur á úrslitunum. So tað var spenningur undan dystinum og talan gjørdist eisini um ein sera tættan dyst. Úrslitið gjørdist 53-46 til Sporðdrekan. Flestu stigini í dystinum skoraði Fríður Rani Beintuson við 19 stigum.

Seinni dysturin hetta vikuskiftið var sanniliga ein søguligur dystur. Dysturin sunnudagin var fyrsti kurvabóltsdysturin nakrantíð vesturi í Vágum. Heimaliðið Nykur tók móti Hávi úr Klaksvík. Aftur her gjørdist talan um ein sera tættan og spennandi dyst. Endin var tann, at Nykur dróg longra stráðið og vann 84-79. Fólk fara møguliga at minnast hendan dystin fyri tvey sera góð einstakliga avrik. Rainer Latuperisia hjá Hávi skoraði 39 stig. Hetta er sera nógv stig at skora í einum dysti, men Xymon Gas hjá Nyki skoraði heili 43 stig í dystinum.

Nú fer Trygd-kappingin í jólaferiu og farið verður í gongd aftur 16.januar