Kategori: Ikke kategoriseret

Grundspælið liðugt

Síðstu dystirnir í grundspælinum hjá kvinnum og monnum vóru avgreidd í vikuskiftinum. Nú er endaspælið klárt, har kvinnur og menn fara at leika hálvfinalur og seinni finalur, um at gerast Føroyameistari.

Trý lið hava kappast hjá kvinnunum og kappingin hevur verið sera jøvn, við nøkrum sera vælleiktum og spennandi dystum. Kappingin er á tann hátt, at vinnarin av grundspælinum vinnur sær pláss í finaluni, meðan nummar 2 og 3 spæla best av trimum dystum í hálvfinaluni, um hvør vinnur seinna plássið í finaluni. Eftir eina sera tætta kapping millum Hamar og Sporðdrekan, dróg Sporðdrekin longra stráðið í síðsta innanhýsis dysti teirra millum og tryggja sær harvið 1. plássið. Hetta hevur við sær, at tað verða Hamar og Hávur sum skulu spæla hálvfinaluna hjá kvinnunum.

Úrslit og og skrá hjá kvinnum sæst her: https://clupik.pro/en/tournament/1322584/summary

Hjá monnum kann ikki sigast annað enn, at Føroyameistarnir úr Hamar hava verið einaráðandi. Hamar hevur vunnið allar teirra 12 dystir og harvið tryggja sær heimavallar fyrimun móti Sporðdrekanum, sum endaði á 4. plássinum. Hin hálvfinalan hjá monnum verður millum Ravn og Háv. Hávur endaði á 2. plássi í grundspælinum og fær tí heimavallarfyrimunin móti Ravni sum endaði á 3. plásinum

Úrslit og skrá hjá monnum sæst her: https://clupik.pro/en/tournament/1322376/ranking

 

Skráin fyri seinnu hálvu av kappingini

Heimasíða okkara hevur ligið í dvala í eina tíð nú. Orsøkin er serliga tann, at KSF er byrjað at nýta eina skipan, sum kann heldur meira enn ein “vanlig” heimasíða. Vit eru ikki komin á mál við hesum enn, men skráin til restina av kappingini er klár á hesum leinkjum:

Kvinnur: https://clupik.pro/en/tournament/1322584/calendar/3648245/all

Menn: https://clupik.pro/en/tournament/1322376/calendar/3647747/all

Ársaðalfundur hjá Kurvabóltssambandinum

Visandi til §7 í viðtøkum felagsins, verður boða frá , at ársaðalfundur hjá Kurvabóltssambandinum verður hildin í ÍSF-húsinum á Frælsinum 30, leygardagin 29.januar kl.11.00
Skrá sambært lógum felagsins er henda:
1. Val av fundarstjóra
2. Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið
3. Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar
4. Val av nevndarlimum og møguligum eykalimum
5. Val av grannskoðara
6. Innkomin mál
7. Ymiskt
Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 12 dagar undan aðalfundinum.
Um mál skulu viðgerast, skulu tey sendast til kurvaboltur@gmail.com