Kategori: komandi dystir

Eingir áskoðarar

Tilmælini á heimasíðuni korona.fo eru dagførd 7. januar 2021, sí: her

Í hesum sambandi verður m.a. mælt til, “…at allar innandura ítróttakappingar verða hildnar uttan áskoðarar. Hetta er bæði galdandi fyri vaksnamanna- og barnakappingar. Venjarar og neyðug hjálparfólk kunnu verða til staðar til kappingarnar.

2 dystir í høllini á Argjahamri

Leygardagin 14/11 vera tveir dystir úti í Høllini á Argjahamri.

Fyrri dysturin er ein vinardystur millum grannarnar Hamar og Sporðdrekan í kvinnudeildini.

Seinni dysturin er eisini ein lokaluppgerð millum Hamar 2 og Hamar 1.

Hamar 2 hevur leikt 2 dystir og vunnið báðar, og Hamar 1 hevur leikt 1 dyst og vunnið hann. So sannlíkt er, at vit fáa ein spennandi dyst um, hvørt lið sleppur at kalla seg betra liðið í Hamar.

Støðan í Trygdkappingini hjá monnum er hendan:

PosLiðWLPFPADIFF
1SSP482642803583697
2HAM414147574335422
3RAV403840544127-73
4SPO2551002571431
5HÁV254033363658-322