
Kategori: Trygd kappingin menn

Sporðdrekin – Hávur
Leygardagin spæla bæði kvinnu- og mansliðini hjá Sporðdrekanum móti Hávi. Continue reading “Sporðdrekin – Hávur”

Eingir áskoðarar
Tilmælini á heimasíðuni korona.fo eru dagførd 7. januar 2021, sí: her
Í hesum sambandi verður m.a. mælt til, “…at allar innandura ítróttakappingar verða hildnar uttan áskoðarar. Hetta er bæði galdandi fyri vaksnamanna- og barnakappingar. Venjarar og neyðug hjálparfólk kunnu verða til staðar til kappingarnar.”

Hamar 2 móti Hamar 1 í Trygd kappingini
Hamar 2 vunnu í Trygd kappingini
Hamar 2 er einasta liðið, ið ikki hevur tapt nakran dyst, men menninir í Hamar 1 gjørdu tað ikki lætt hjá Hamar 2 at vinna dystin. Talan var um ein skjótt leiktan dyst, har hvørgan av liðunum vildu geva seg, og tá fyrsti fjóðringur var av, var bert eitt stig á muni.
2 dystir í høllini á Argjahamri
Leygardagin 14/11 vera tveir dystir úti í Høllini á Argjahamri.
Fyrri dysturin er ein vinardystur millum grannarnar Hamar og Sporðdrekan í kvinnudeildini.
Seinni dysturin er eisini ein lokaluppgerð millum Hamar 2 og Hamar 1.
Hamar 2 hevur leikt 2 dystir og vunnið báðar, og Hamar 1 hevur leikt 1 dyst og vunnið hann. So sannlíkt er, at vit fáa ein spennandi dyst um, hvørt lið sleppur at kalla seg betra liðið í Hamar.
Støðan í Trygdkappingini hjá monnum er hendan: