Kategori: Sporðdrekin kvinnur
Eingir áskoðarar
Tilmælini á heimasíðuni korona.fo eru dagførd 7. januar 2021, sí: her
Í hesum sambandi verður m.a. mælt til, “…at allar innandura ítróttakappingar verða hildnar uttan áskoðarar. Hetta er bæði galdandi fyri vaksnamanna- og barnakappingar. Venjarar og neyðug hjálparfólk kunnu verða til staðar til kappingarnar.”
Hamar og Sporðdreka kvinnur í Trygd kappingini.
Hamar kvinnurnar vunnu í evstu løtu
Dysturin millum grannaliðini Hamar og Sporðdrekan var sera spennandi, og við tveimum sera væl leikandi verjum, bleiv dysturin ikki avgjørdur fyrrenn í seinastu løtu. Hamar kvinnurnar vóru frammanfyri allan dystin, men ongantíð somikið, at tær føldu, at tær vóru tryggar.
Continue reading “Hamar og Sporðdreka kvinnur í Trygd kappingini.”
2 dystir í høllini á Argjahamri
Leygardagin 14/11 vera tveir dystir úti í Høllini á Argjahamri.
Fyrri dysturin er ein vinardystur millum grannarnar Hamar og Sporðdrekan í kvinnudeildini.
Seinni dysturin er eisini ein lokaluppgerð millum Hamar 2 og Hamar 1.
Hamar 2 hevur leikt 2 dystir og vunnið báðar, og Hamar 1 hevur leikt 1 dyst og vunnið hann. So sannlíkt er, at vit fáa ein spennandi dyst um, hvørt lið sleppur at kalla seg betra liðið í Hamar.
Støðan í Trygdkappingini hjá monnum er hendan:
Sporðdrekin: Kurvabóltur fyri kvinnur
Sporðdrekin skipar fyri venjing fyri kvinnum.
Venjingartíðirnar eru: Mánadag kl. 20.45 og mikudag kl. 20.45 Vit venja í høllini á Argjahamri
Byrjað verður mikukvøldið 19-08-2020 kl. 20.45
Øll eru hjartaliga vælkomin