Hamar 2 móti Hamar 1 í Trygd kappingini

Hamar 2 vunnu í Trygd kappingini

Hamar 2 er einasta liðið, ið ikki hevur tapt nakran dyst, men menninir í Hamar 1 gjørdu tað ikki lætt hjá Hamar 2 at vinna dystin. Talan var um ein skjótt leiktan dyst, har hvørgan av liðunum vildu geva seg, og tá fyrsti fjóðringur var av, var bert eitt stig á muni.

í 2. fjóðringi tók Steen Rói Lorentzen yvir og fekk 11 stig fyri Hamar 2, og tá farið var til hálvleik, var støðan 25-20 til Hamar 2.

Í seinna hálvleiki fekk Steen Rói (Hamar 2), aftur 11 stig, og Ólavur Weihe Joensen (Hamar 1), ið fekk 17 stig.

Dysturin endaði 58 – 49 til Hamar 2.

Steen Rói Lorentzen skoraði 22 stig fyri Hamar 2, og Ólavur Weihe Joensen skorðaði 23 stig fyri Hamar 1.

Støðan í Trygd kappingini hjá monnum:

Trygd kappingin menn

PosLiðStigWLPFPADIFF
151513046173984633
249494148774764113
348484856845195489
4383861677826851
531311813621033329