Hamar kvinnurnar vunnu í evstu løtu
Dysturin millum grannaliðini Hamar og Sporðdrekan var sera spennandi, og við tveimum sera væl leikandi verjum, bleiv dysturin ikki avgjørdur fyrrenn í seinastu løtu. Hamar kvinnurnar vóru frammanfyri allan dystin, men ongantíð somikið, at tær føldu, at tær vóru tryggar.
Í hálvleikinum var støðan 16 – 13, og dysturin endaði 28 – 23.
Toppskorðari hjá Hamar var Súsanna Mørk við 8 stigum, og hjá Sporðdrekanum var tað Erla Jansdóttir Petersen við 14 stigum.