Leikaraloyvi

“Feløgini hava á eykaaðalfundi 6. oktober 2024 viðtikið hesar áetingar viðv. leikaraloyvi.
Kappingarnevndin hevur hervið nakrar leiðreglur til leikarar í sambandi við leikaraloyvi.”

1. Leikaraloyvir eru galdandi frá 1. septembur til og við 1. juni.

2. Feløg skulu senda sín leikaralista inn áðrenn 1. septembur.

3. Um leikari skal skifta felag eftir 1. september, skal leikarin í karantenu í 21 dagar, áðrenn
loyvt er at leika fyri nýggja felagið. Hetta er eisini galdandi fyri leikarar, ið spæla í
skipaðum kappingum í øðrum londum.

4. Um leikarin ikki hevur staðið á nøkrum dómaraseðli í verandi kappingarári, kann leikarin
skifta felag uttan karantenu, um gamla felagið gevur leikaraloyvið leyst.

5. Eftir 28. februar er ikki loyvt at skifta felag, ella leggja nýggjar leikarar til feløgini t.v.s at
seinasta freist at søkja um at skifta felag er 7. februar.

6. Nýggir leikarar, sum koma eftir 1. september, skulu góðkennast av Kappingarnevndini
Umsókn verður at senda via teldupost til kappingarnevndin@kurvabolt.fo, sum avgreiður
umsóknina. Um eingi mótmæli eru, áðrenn komandi dyst hjá felagnum, so er leikarin
góðkendur.

7. Fyri at kunna vera við í hálvfinalum og finalum, skal ein leikari hava verið partur av
hópinum í minst 1/3 av dystunum í grundspælinum, t.v.s staðið á leikaralistanum. Um
talan er um desimaltal, verður rundað upp. T.d. um eitt lið leikar 10 dystir í
grundspælinum, skal ein leikari hava verið við í 3,3 dystum, t.v.s. í 4 dystum. Um 15 dystir
eru í grundspælinum, er kravið 5 dystir.
Um leikari er undir 20 ár, tá endaspælið byrjar, skal leikari hava verið partur av hópinum í
minst 1/5 av dystunum í grundspælinum.
Undantøk kunnu gerast, um leikari hevur verið skaddur e.l. Tá skal tað søkjast um
eykaloyvi innan 28. februar.

8. Í mans- og kvinnudeildunum er aldursmarkið 14 ár fyri at vera við til dystir. Børn 16 ár og
yngri kunnu einans leika við, um loyvi er givið frá foreldrunum.