“Feløgini hava á eykaaðalfundi 6. oktober 2024 viðtikið hesar revsiásetingar.
Kappingarnevndin hevur hervið nakrar leiðreglur fyri leikbann ísv. móttøku av kæru, sum
kunnu vera ymiskar frá máli til mál, sí niðanfyri.”
Tekniskir feilir:
2 tekniskir feilir – ávaring í komandi dysti, t.v.s um leikari fær 2 tekniskar feilir í dysti, har
hann hevur ávaring, fær leikarin 1 dyst leikbann.
1 tekniskan feil og 1 ósportligan feil – ávaring í 2 teimum næstspælandi dystum, t.v.s at um
leikari fær 1 tekniskan og 1 ósportligan feil í dysti, har hann hevur ávaring, fær leikarin 1 dyst
leikbann.
2 ósportligar feilir – 1 dyst leikbann, pluss ávaring í næstspælandi dysti, t.v.s at fær leikari 2
ósportligar feilir í dysti, har hann hevur ávaring, fær leikarin 2 dystir leikbann.
Beinleiðis útvísing – 1 dyst leikbann.
Ávaring fevnir um 2 tekniskar feilir, 1 tekniskan og 1 ósportligan feil ella 2 ósportligar feilir.Dømi: Um ein leikari hevur ávaring vegna tveir tekniskar feilir, og í dysti fær t.d. tveir
ósportligar feilir, so telur ávaringin við og leikarin fær leikbann, sum svarar til feilirnar.
Hóttanir og vánaligur atburður
Móti dómarum og dómaraborðið – leikbann minst 1 – 5 dystir.
Móti leikaranum – leikbann minst 1 – 3 dystir.
Harðskapur, herundir m.a. at skumpa, sláa, sparka, spýta osfr.
Móti dómarum og dómaraborðið – leikbann minst 5 dystir.
Móti leikarum meðan dystur er í gongd – leikbann minst 1 – 3 dystir. Sí niðanfyri nevndu
frágreiðing, nær dystur er í gongd.
Móti leikarum meðan dystur ikki er í gongd – leikbann minst 2 – 4 dystir. Sí niðanfyri nevndu
frágreiðing, nær dystur ikki er í gongd.
Endurtøkur í sama kappingarári kunnu viðføra, at revsingin aðru ferð og evt. triðju ferð
verður herd munandi hvørja ferð í mun til seinastu hending hjá sama leikara, og kann í
ringasta føri enda við, at leikarin ikki sleppur at spæla aftur í føroyskum kurvabólti.
Undir serligum umstøðum hevur Kappingarnevndin heimild til at hera straffirnar, t.d. um
harðskapurin fevnir um grovan harðskap, t.e. t.d. eitt spark í høvdið e.l.
Í sambandi við kærumál, kann leikari ikki spæla dyst, fyrr enn málið er endaliga viðgjørt av
Kappingarnevndini, og um avgerðin hjá Kappingarnevndini verður kærd, so eisini
Dómsnevndini.
Eitt møguligt leikbann frítekur ikki liðið, har viðkomandi leikari er leikbannsraktur, frá at
spæla dystir.
Allar avgerðir kunnu kærast. Kærugjald er 1.000,- kr. sum verður endurgoldið, um felag fær
viðhald.
Dystur er í gongd:
– Frá tí at bólturin verður kastaður í ‘tip off’;
– So leingi bæði lið eru á vøllinum og eru klár til t.d. innkast ella straffi;
– Beint eftir at ein dómari hevur floytað fyri eitthvørt, t.v.s at um ein reaktión er uppá
dømingina ella rundanum støðuna, ið dómarin floytar fyri.
Dystur er ikki í gongd:
– Áðrenn ‘tip off’
– Tá leikbráð er sett í gongd
– Í hálvleiksteðginum
– Tá dómarin steðgar tíðini fyri t.d at turka gólv, skaðar, ávaringar, rætting við dómaraborði, dómaraprát sínamillum
– Tá dysturin er liðugur